Vatnið í Kirkjubø dálkað

Tórshavnar kommuna heitir á borgarar í Kirkjubø at kóka vatnið.

Tórshavnar kommuna hevur síðstu vikurnar havt trupulleikar við dálkaðum drekkivatni í fleiri av bygdunum og býunum í høvuðsstaðarkommununi. Serliga illa hevur staðið til í Kollafirði, har kommunan fleiri ferðirnar hevur boðað frá dálkaðum drekkivatni.


Í kvøld boðar kommunan enn einaferð frá dálkaðum drekkivatni. Hesa ferð er tað í einum av teimum smærri bygdunum í kommuni, Kirkjubø, at kanningar hava staðfest, at bakteriur eru í drekkivatninum.


Tískil mælir kommunan til, inntil onnur boð eru givin, at vatnið verður kókað áðrenn drukkið verður.