Vatnið er reint aftur

Vatnið kann drekkast aftur uttan at verða kókað

Í gjár varð boðað frá, at vatnið frá vatnverkunum í Villingadali og í Kollafirði var dálkað.

 

Tískil varð mælt til, at fólk kókaðu vatnið, áðrenn tey drukku tað.

 

Men seinasta vatnkanningin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni staðfestir nú, at ongar bakteriur eru í vatninum í Tórshavn, hvørki úr vatnveitingini í Villingadali ella í Kollafirði.

 

Hetta merkir, at vatnið nú er fullkomiliga reint og kann drekkast uttan at verða kókað.