Vatnið norðureftir

Tað nógva vatnið í ánni Elben rennur nú norðureftir ígjøgnum Týskland.

Í gjár kom vatnflóðin til landspartin Sachsen-Anhalt, og nógvastaðni fór vatnið upp um byrgingarnar og legði partar av fleiri býum undir. Avgjørt varð at flyta 40.000 fólk úr býnum Wittenberg.
Samstundis kunngjørdu týsku myndugleikarnir, at 16 týskarar eru deyðir í vatnflóðini seinastu vikuna, men framvegis eru 12 fólk ikki komin afturíaftur.
Oyðileggingarnar av vatnflóðini í Miðevropa eru sera stórar, og fleiri lond hava játtað pengar til endurreisingararbeiðið. Minst 90 fólk eru deyð, og bara í Týsklandi hevur vatnflóðin ávirkað gerandisdagin hjá 4,2 milliónum fólkum, og meiri enn 100.000 eru rýmd heiman.