Vatnið lekur til mánadagin

Í Tórshavnar kommunu hava tey ikki funnið út av, hví vatnleki er undir gongubreytini á Gripsvegnum.

 

Vatnleki er í gongubreytini á Gripsvegnum í Havn.

Tískil ætlaði Tórshavnar kommuna í dag at skrúva fyri vatninum á Egholmstrøð, Fjósagøtu, Sornhúsgøtu og á Gripsvegnum millum R.C. Effersøesgøtu og Traðarveg.

Men, hetta varð av ongum, siga tey í Tórshavnar kommunu í dag.

- Vit hava ikki funnið lekan enn. Arbeiðið verður tikið upp aftur mánadagin 22. mars, og tískil verður heldur ikki stongt fyri vatninum fyrr enn mánadagin, verður lagt aftrat.