Vatnið kann aftur drekkast

Fyri nøkrum døgum síðani sendi Tórshavnar kommunu skriv út til fleiri stovnar í høvuðsstaðnum um at kóka vatnið, tí vandi var fyri, at vatnið var dálkað.

Nú vísir tað seg, at eingin vandi er við at drekka vatnið í høvuðsstaðnum. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið royndir av vatninum, og royndirnar vísa, at ongar vandamiklar bakteriur eru í vatninum. Hetta visti Útvarpið at siga í gjárkvøldið. Í morgin fara stovnarnir at fáa boð um, at teir ikki nýtast at kóka vatnið longur, og tí kunnu børn og gomul drekka kranavatn aftur í Havnini.