Summar bygdir noyðast nú at spara vatn Seinastu tíðina hevur verið óvanliga turt, og onkrar kommunur hava heitt á borgararnar um at brúka sum minst av vatni.
Í morgun var tað Sunda kommuna, sum gjørdi vart við, at vatnið er farið at ganga undan. Í Hósvík, í Haldórsvík, á Oyri á Oyrarbakka og við Norðskála er í minna lagi.










