Borgarar á Argjum og á Velbstaðvegnum í Havn mugu brynja seg við toli í nakrar dagar aftrat, tí drekkivatnið oman móti Sandágerði er framvegis ikki reint.
Drekkivatnið hevur verið dálkað við koliformum bakterium nú í hálvaaðru viku, og tað er framvegis ikki eydnast at finna fram til dálkingarkelduna.
Fyrst vórðu brunnarnir tømdir, men har var einki at finna. Tórshavnar kommuna skrivaði tá, at illgruni var um, at dálkað vatn setti inn í goymsluna undir vatnverkinum.
Men vatnmeistarin sigur nú, at keldan hevur flutt seg í skipanini, tí at í brunnunum er vatnið reint, og somuleiðis er vatnið reint nógvastaðni, har tað áður var dálkað.
Kortini er tað framvegis dálkað í niðara parti av Velbastaðvegnum og á Argjum.
Tórshavnar kommuna boðaði mánadagin frá, at um trupulleikin ikki varð loystur sum skjótast, so skuldu ávirkaðu økini fáa vatn úr Villingardali ístaðin.
Vatnmeistarin sigur tó í dag, at væntandi fæst bilbukt við trupulleikan í vikuni, og um tað ikki eydnast, so verður vatn í Villingardalsbrunninum leitt víðari til ávirkaðu økini.