Vatnið dálkað í Kollafirði

Nú er aftur galið í Kollafirði.

Tórshavnar Kommuna boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at nú er aftur galið við vatninum í Kollafirði. 


- Vegna tekniskt brek á vatnverkinum í Kollafirði er sannlíkt, at vatnið er dálkað við bakterium, sigur kommunan í skrivi.
Samstundis verður mælt til, at kollfirðingar ansa sær komandi tíðina. 

- Mælt verður tí til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. Hetta til onnur boð verða givin, sigur kommunan.