Sølvi Vatnhamar fer ætlandi at spæla við Víkingi komandi tvey árini. Hann og felagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
Tað boðar heimasíðan hjá Víkingi frá.
Sølvi Vatnhamar hevur staðið seg sera væl á miðvøllinum hjá Víkingi í hesum kappingarárinum. Hann hevur skotið 10 mál í ár.
Miðvallarin hevur spælt 71 dystir og skotið 16 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini í alt, sambært faroesoccer.com.
Víkingur skrivar á heimasíðuni, at felagið fegnast um, at Sølvi Vatnhamar heldur fram.