Vatnflóð í Wales

Bjargingarmenn í Wales bjargaðu seinastu nátt 79 fólkum, sum vóru komin í trupulleikar av vatnflóð. Løgreglan fekk boð um, at eitt pláss til húsvognar stóð undir vatni, men tað eydnaðist at bjarga øllum.

Tað hevur regnað av grimd í Wales. Fleiri vegir eru skolaðir burtur, og tað hevur gjørt, at bjargingarliðini mugu brúka tyrlur í bjargingararbeiðinum.

Fjølmiðlarnir skriva, at bjargingarfólk hava havt úr at gera tað seinasta samdøgrið, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at vatnflóðin verður verri enn.