Í USA eru myndugleikarnir í statunum fram við Mississippi-ánni í ferð við at gera byrgingar, tí vandi er fyri umfatandi vatnflóð tað næsta samdøgrið. Tað hevur regnað seks ferðir meiri enn vanligt, og serfrøðingarnir siga, at vatnstøðan í Mississippi verður einar fýra metrar oman fyri tað vanliga. Men í láglendinum kann vatnstøðan fara millum 10 og 20 metrar upp um tað vanliga.
Tí er tað sera umráðandi, at byrgingarnar eru í góðum standi. Halda tær ikki, kann vatnflóðin gerast ein tann ringasta nakrantíð.
Granskarin John Barry væntar, at vatnflóðin verður tann næstringasta, sum fólk vita um at siga. Tann ringasta var í 1927.
Nógvastaðni standa stór øki undir vatni, og fólk í túsundatali eru rýmd frá húsi og heimi. Í summum statum umhugsa myndugleikarnir tiltøk, sum skulu verja teir stóru býirnar, sum eru fram við Mississippi.