Tað hevur regnað óvanliga illa á Sælandi í nátt, og nógvastaðni standa vegir og kjallarar undir í vatni. Sambært veðurstovuni komu 70 millimetrar niður summastaðni á Sælandi í nátt.
Tað nógva regnið hevur gjørt, at fleiri áir og vøtn eru farin upp um bakkarnar, og nógvastaðni standa vegir og tunlar undir í vatni. Bjargingartænastan Falck hevur fingið fráboðanir um, at 120 kjallarar og bygningar standa undir í vatni í morgun.
Regnið kemur Roskilde Festivalinum illa við, og fyrireikararnir hava nú sent boð eftir maskinum, sum skulu súgva tað nógva vatnið á festivaløkinum upp, sigur Danmarks Radio.