Tað hevur regnað illa nógvastaðni í Bretlandi teir báðar seinastu dagarnar, og myndugleikarnir ávara um, at roknast kann við vatnflóð nógvastaðni um vikuskiftið.
Higartil hava myndugleikarnir sent út 80 ávaringar um vanda fyri vatnflóð, og tað er serliga miðskeiðis í Onglandi og í útsynningspartinum av landinum. Illveðrið hevur longu havt við sær, at fólk eru rýmd úr umleið 100 húsum, og summastaðni liggur ferðslan still, tí vegirnir standa undir vatni.
Bretska veðurstovan segði í dag, at í støðum hevur tað regnað umleið 60 millimetrar síðani í gjár, og veðurstovan væntar meiri regn leygardagin og sunnudagin.