Vatnflóð og vatntrot í Meksiko

Tann stóra vatnflóðin í pørtum av Meksiko hevur elvt til mat- og vatntrot Í býnum Villahermosa er støðan vorðin so ring, at fólk eru farin at drekka vatn úr einari skitnari á, skrivar Reuters.

Samstundis veksur talið á deyðum. Tey seinastu tíðindini siga, at umleið 30 fólk eru funnin deyð undir einari skriðu.

Í landspørtunum Tabasco og Chiapas stendur alt lendið undir í vatni, og nógvastaðni koma bara húsatekjurnar undan. Myndugleikarnir vænta, at tað kunnu ganga fleiri mánaðir, áðrenn fólk har sleppa heimaftur.