Tað hevur regnað óvanliga illa nógvastaðni í Norðurkorea í seinastuni, og tað hevur elvt til vatnflóð í pørtum av landinum. Myndugleikarnir søgdu í gjár, at fleiri hundrað fólk eru deyð ella ikki komin afturíaftur, og at meiri enn 30.000 hús eru oyðiløgd. Harafturat hevur regnið oyðilagt jarnbreytir og brýr, og stór landbúnaðarøki standa undir í vatni. Í fjør var eisini vatnflóð í Norðurkorea, og tá bað landið Suðurkorea um mat og aðra hjálp.