Minst sjey fólk eru druknað, og fleiri túsund eru flýdd frá húsi og heimi Vatnflóðin í Mosambik verður hildin at vera tann ringasta síðani túsundáraskiftið, tá umleið 700 fólk druknaðu í einari óvanliga ringari vatnflóð.
Myndugleikarnir siga, at minst sjey fólk eru druknað, og at vatnið hevur noytt fólk í tíggjutúsundatali frá húsi og heimi.
ST sigur, at vatnið hóttir umleið 250.000 fólk, sum búgva fram við áunum mitt í Mosambik. Umleið 60.000 eru flutt burtur haðani, og sambært ST eru 7.000 fólk í beinleiðis vanda nú.