Vatnflóð í Miðvági

Toybil var um vikuskiftið nógvi kavin fór at bráðna. Tað gjørdi nógv vatn og tí var vandi fyri, at áir, løkir og kloakkir, ikki klára at svølgja, men leypa. Og leygarnáttina fekk ein kjallaraíbúð í Miðvági fitt av vatnskaða leygarnáttina. Fólk í íbúðini ringdi til løgregluna leygarnáttina og bóðu um hjálp, tí tey vóru við at flotna út. Ein á var lopin og vatn rann inn í íbúðina. Sløkkiliðið har vesturi fór á staðið og fekk veitt ánna burtur og fingu tømt íbúðina. Ongin mansskapi hendi, men íbúðin hevur fingið vatnskaða, sigur løgreglan.