Vatnflóð í Japan

Tað hevur regnað sera illa har norðuri í Japan, og myndugleikarnir hava biðið umleið 400.000 fólk sleppa sær burtur haðani, tí vandi er fyri stórari vatnflóð. Tíðindastovurnar skriva, at fleiri bygdir eru avbyrgdar av tí nógva vatninum, og aðrastaðni hava skriðulop kvett vegasambandið.

Japanska veðurstovan sigur, at tey seinastu trý samdøgrini hevur tað regnað 700 millimetrar í býnum Tadami. Býurin er í Fukushima-økinum, sum var meint rakt av jarðskjálvtanum og flóðalduni tann 11. mars. Knappliga 5.000 fólk búgva í býnum, og tey hava fingið boð um at sleppa sær úr burtur haðani.

Higartil vita myndugleikarnir um eitt fólk, sum hevur latið lív í vatnflóðini. Tað var ein 67 ára gamal maður, sum varð funnin deyður í einari á, skrivar AFP.