Óvanliga nógv regn hevur elvt til vatnflóð í italska landspartinum Toscana, og sambært myndugleikunum hevur vatnflóðin kravt fýra mannalív, og trý fólk eru ikki komin afturíaftur.
Trý fólk doyðu í gjár, tá ein brúgv datt niður í eina á, og ein eldri maður druknaði, tá hann endaði í einari á við bili sínum. Harafturat vita bjargingarfeløgini um trý fólk í einari bygd, sum ikki eru komin afturíaftur.
Tað nógva vatnið darvar ferðsluna nógv. Eitt nú er jarnbreytin millum Rom og Pisa stongd, og tað sama er galdandi fyri partar av motorvegnum millum Rom og Milano.
Guvernørurin í Toscana, Enrico Rossi, hevur játtað neyðstøddum meiri enn 30 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan NTB.