Tann ógvusliga vatnflóðin, sum hevur herjað stór øki í Avstralia teir seinastu dagarnar, hóttir nú tað heimskenda koralrivið Great Barrier Reef. Orsøkin er alt tað, sum vatnið hevur við sær, tá tað rennur út á sjógv.
Serfrøðingar siga, at tað ber ikki til at siga enn, hvørjar avleiðingar vatnflóðin fær fyri Great Barrier Reef, men teir stúra fyri, at tær verða stórar. Serfrøðingarnir siga, at tað er einki óvanligt í, at nógv vatn rennur út í havið við tað kenda koralrivið, men tað óvanliga hesaferð er, at nógv tøð, eiturevni og annað fer út í havið við vatninum.
Eitt annað er, at vatnflóðin er so stór, at tað fer at taka fleiri vikur, áðrenn alt vatnið er runnið út á sjógv.