Áhaldandi avfall hevur fingið fleiri áir at fløtt upp um áarbakkarnir har suðuri og eysturi í Týsklandi, og vatnflóð ger eisini um seg í Eysturríki og Sveits.
Í týska býnum, Passau (myndin), har eysturi í Bayern, er hægsta tilbúgving sett í verk, og eisini í býum sum Chemnitz og Leipzig í Sachsen hava tey stórar trupulleikar av vatnflóð.
Somuleiðis er tjekkiski høvuðsstaðurin, Prag, hóttur av vatnflóð, og myndugleikarnir eru farnir undir at byggja verndarverk fram við ánni, Vltava, fyri at verja býin.
Hundraðtals fólk eru flutt frá heimum sínum í Prag og eisini aðrastaðni í Tjekkia.