Vatnflóð í Grønlandi

Tað hevur verið óvanliga lýtt í Grønlandi við upp í 24 hitastig, og tað er meiri, enn innlandsísurin tolir. Úrslitið er, at vatnið fossar oman undan ísinum, og tað hevði millum annað við sær, at áiin, sum rennur ígjøgnum Kangerlussuaq, fór upp um áarbakkarnar.

Blaðið Sermitsiaq AG skrivar á heimasíðuni, at vatnið fór við vegnum, sum var ímillum tvær brýr, og at kommunan metir skaðan til einastaðni millum 10 og 20 milliónir krónur.

Borgarstjórin, Hermann Berthelsen, sigur við heimasíðuna, at talan er um eina náttúruvanlukku, og at kommunan hevur biðið landsmyndugleikarnar í Nuuk um hjálp til at umvæla skaðan.