Lýggjari veður hevur gjørt, at kavin í teimum eysturevropeisku fjøllunum er farin at tiðna. Samstundis hevur tað regnað illa nógvastaðni, og úrslitið er, at fleiri áir í Pólandi, Kekkia og Týsklandi eru farnar upp um áarbakkar-nar.
Í Pólandi hava myndugleikarnir sent umleið 3.000 arbeiðsmenn og hermenn at pumpa vatn úr húsum, sum standa undir í vatni, eftir at áin Wisla fór upp um áarbakkarnar um vikuskiftið. Sambært myndugleikunum stóðu umleið 1.200 hús og umleið 10.000 hektarar av landbúnaðarjørð undir í vatni sunnudagin.
Í gjár góvust polsku myndugleikarnir at leita eftir tveimum 13 og 18 ára gomlum dreingjum, sum eftir øllum at døma eru druknaðir í ánni Kaczawa. Sum skilst bleiv tann 13 ára gamli drongurin tikin við streyminum, tá hann fór eftir einum bólti. Tann 18 ára gamli leið somu lagnu, tá hann royndi at bjarga tí yngra.
Í týska býnum Dresden ávaraðu myndugleikarnir um vatnflóð sunnudagin, tí áin Elben var vaksin nógv. Tá var vatnsstøðan næstan seks metrar oman fyri tað vanliga.
Bæði í Pólandi og Kekkia hava myndugleikarnir flutt fólk burtur frá teimum stóru áunum, og fleiri stúra fyri, at økið verður líka meint rakt sum í 2002, tá stórir partar av Eystur- og Miðevropa stóðu undir í vatni. Tá druknaðu 70 fólk, og fleiri tíggjutúsund máttu flytast burtur.