Tað regnaði so illa í avstralska landslutinum Victoria um vikuskiftið, at myndugleikarnir hava biðið 53.000 fólk vera til reiðar at fara frá húsi og heimi, tí vandi er fyri vatnflóð.
Fleiri áir eru farnar upp um áarbakkarnar, og sambært fjølmiðlunum standa 300 hús longu undir vatni.
Tað nógva regnið elvdi til fleiri skriðulop, og nógvastaðni er elveitingin farin. Hjálpar- og bjargingartænastan hevur havt úr at gera, tí meiri enn 4.000 fólk hava ringt og biðið um hjálp.
Borgarstjórin í býnum Wangaretta, Anthony Grifftihs, sigur við fjølmiðlarnar, at vatnflóðin har er tann ringasta síðani 1998. Wangaretta er har norðuri í Victoria.