Í einari nýggjari frágreiðing skrivar ST, at 788 milliónir fólk hava ikki atgongd til reint drekkivatn. Har stendur eisini, at 2,5 milliardir fólk hava ikki umstøður til neyðugt reinføri orsakað av vatntroti, og 1,3 milliard fólk hava einki elektrisitet.
-Eftirspurningurin eftir feskvatni og orku fer at veksa tey næstu árini, tí vit verða fleiri ítali, búskapurin fer at menna seg, og fólk fara at broyta lívsstíl og nýtslu. Alt hetta fer at fleirfalda trýstið á tað frasmmanundan avmarkaða náttúrutilfeingið og vistfrøðina, skrivar ST.
Heimsfelagsskapurin sigur, at eftirspurningurin eftir vatni fer at veksa eini 50 prosent hetta til 2050, og at tá fara meiri enn 40 prosent av heimsins íbúgvum at búleikast í økjum við stórum vatntroti.









