Ráevni
Hevur tú hug at seta pengar í onkra trygga vinnu, so eru gull, olja og gass nøkur góð boð. Men um stutta tíð verður tað líka skilagott at seta pengarnar í vatn.
Tað er í hvussu er boðskapurin hjá viðurkenda sveisiska bankanum Credit Suisse. Í einari nýggjari frágreiðing skrivar virðisbrævaserfrøðingurin hjá bankanum, Markul Machler, at um fá ár verður so stórur eftirspurningur eftir drekkivatni, at vatn verður líka virðismikið, sum olja og gass eru í dag.
Frágreiðingin "Security and conflict", sum Markus Machler og aðrir serfrøðingar hava skrivað, hevur fleiri tilmæli um, hvar fólk og feløg eiga at seta sínar pengar, og teirra niðurstøða er, at ein íløga í vatn er ein trygg íløga.
Ein spurnarkanning, sum Credit Suisse hevur gjørt í Evropa, vísir, at um allan heimspartin stúra fólk fyri, at einki reint drekkivatn verður eftir í brunnunum. Tí verður neyðugt at keypa vatn.
Føroyskt vatn
Gongst sum tælað sleppa fólk inni á evropeiska meginlandinum at drekka føroyskt vatn um ikki so langa tíð. Í september í 2004 fekk Fimmboði Lisberg eitt 20 ára loyvi frá landsstýrinum at taka vatn úr Sumbiarbergholinum, og nú er verkætlanin komin so mikið væl áleiðis, at um stutta tíð fáa íleggjarar tilboð um at seta pening í hana.
Fimmboði Lisberg sigur, at allar forkanningar og fyrireikingar eru lidnar, og at tilfarið, sum skal leggjast fyri íleggjararnar, verður klárt um einar fjúrtan dagar.
Kanningarnar hava víst, at tað verða eingir trupulleikar at finna marknað. Teir størstu eru í Evropa. Mett verður, at fransmenn, bretar, italiumenn og spaniumenn drekka einar 10 milliardir litrar av vatni úr fløskum um árið.
Fimmboði Lisberg hevur fingið loyvi at taka vatn 1565 metrar inni í Sumbiarbergholinum. Har renna umleið 30 litrar um sekundið. Ætlanin er at leiða vatnið úr lopransmegin, og har verður sjálvt virkið eisini bygt.
Fimmboði Lisberg vil ikki siga, hvat verkætlanin kemur at kosta, men hann viðgongur, at tilgongdin hevur verið sera spennandi, og at útlitini eru góð.