Vatn og ljós í Hest

Eftir áheitan frá Hestfólki er vatn og ljós nú lagt til flótibrýrnar í

bátahylinum í Hesti. Málið varð reist í staðbundnu nevndini fyri Hest og Koltur við áheitan á havnanevndina um at seta pening av til arbeiðið, og hetta er nú gjørt. Á fundi í komandi viku fer Havnanevndin hjá Tórshavnar kommunu at viðgera

eitt mál um ábøtur á lendingarviðurskiftini í Koltri. Talan er um eitt

rímiliga umfatandi arbeiði, sigur Leivur Hansen, formaður í havnanevndini, sambært heimsíðuni hjá Tórshavnar kommunu.