Tað finnast mong virki, ið fást við vatn og hita, og so er eisini hjá Poul Hammer, har hetta virkisøkið mestsum hevur tikið yvir.
Tað byrjaði annars við felagnum, ið nevndist Smiðjan, tá Poul Hammer byrjaði fyri seg sjálvan, men sum tíðin gekk, so fall virksemið alt meira til bert at fevna um vatn og hita.
Vatn og Hiti
Tað var í fjør, at Poul stovnaði Vatn og Hiti, tí nærum alt virksemið hevði við hetta at gera.
Poul Hammer er suðuroyingur, men nógv av arbeiðstíð hansara er norðanfjørðs.
- Eg eri nógv norðanfjørðs, ja faktiskt meginpartin av tíðini, tí nýbygningarnir eru norðanfjørðs, og tað er longri í millum nýbyggjaríini sunnanfjørðs, sigur Poul Hammer.
Poul Hammer hevur havt ein lærling afturat sær, men er nú aftur eina í fyritøkuni.
Og hetta hóvar honum eisini, tí við nógvu ferðinigini um fjørð, so skal ein eisini hugsa um innivist og slíkt, og tá kann tað gerast trupult, um ein hevur fleiri mans at hugsa um.
Hitapumpur
Poul Hammer greiðir frá, at hiti og vatn er høviðsarbeiðsøkið, men eisini ventilatión er við, og í dag fylla hitapumpurnar eisini væl í virkseminum, tí hitapumpurnar eru væl dámdar fyri tíðina.










