Vágaportalurin skrivar í gjár, at NASA hevur sagt frá, at vatn er funnið á Mars.
- Vit hava vatn, sigur granskarin William Boynton frá University of Arizone í eini NASA-váttan.
- Vit hava sæð prógv fyri hesum ísvatninum áður við rúmdarkanningarfarinum Mars Odyssey, men hetta er fyrstu ferð, at vit hava nortið og smakkað marsianskt vatn, sigur Boynton.
26. maj í ár lendi Phoenix á Mars. Kanningarfarið hevur sienastu tríggjar mánaðarnar kannað umstøðurnar á norðarar hálvu av Mars. Phoenix er útgjørd við serligari útgerð at grava permafrostinum til tess at kanna, um nakað lív hevur verið á reyðu gongustjørnini, skrivar danska heimasíðan Ritzau.