Vatn kemur á ísvøllin mikudagin

Seinasta hondin verður nú løgd á ísvøllin á Vaglinum, og væntandi verður vatn latið á vøllin mikudagin, so hann verður klárur at taka í nýtslu leygardagin, sigur Heðin Mortensen

Leygardagin verður ísvølliurin á Vaglinum tikin alment í nýtslu.
Tað verða allarhelst nakrir fimleikarar, ið fara at hita upp á ísvøllinum, áðrenn almenningrin sleppur á ísin, sigur Heðin Mortensen.
Hetta er fjórða árið á rað, at Tórshavnar kommuna setur ísvøll upp. Fyrstu tvey árini var ísvøllurin á Skálatrøð, fyrra árið var hann opin, meðan hann seinna árið var innilokaður av einum tjaldi.
Tað riggaði ikki so væl, tí tað tók atmosferuna. Vit royndu so at hava ísvøllin á Vaglinum í fjør, og tað riggaði av tí allarbesta. Nú verður ísvøllurin so in triðing størri enn hann var í fjør, men tað verður framvegis soleiðis, at bilar sleppa oman eftir Niels Findsensgøtu, sigur Heðin Mortensen.
Ísvøllurin er væl umtóktur millum fólk, og roknast má við, at hann er komin fyri at verða.
Ísvøllurin verður tikin í brúk leygardagin, beint eftir, at jólatræið er tendrað. So talan verður um eina hugnaliga samkomu á Vaglinum, har fólk fyrst kunnu verða við til jólatræshaldið, og síðani kunnu hugna sær á ísvøllinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.