- Reint drekkivatn er hin størsti og mest átrokandi trupulleikin fyri umhvørvið og fólkaheilsuna beint nú, sigur Andrew Wheeler, stjóri í EPA, umhvørvisverndarstovninum hjá amerikansku stjórnini.
Sambært EPA-stjóranum, sum ABC News endurgevur, er trupulleikin við reinum drekkivatni kring heimin størri enn trupulleikin við veðurlagsbroytingum.
Umleið 2,5 miljardir menniskju hava sambært ST ikki atgongd til nóg reint drekkivatn, og tað fer at kosta 4.500 miljardir krónur, um nakað munagott skal gerast við trupulleikan.
Andrew Wheeler sigur, at úrslitini av veðurlagsbroytingum fara ikki at síggjast fyrr enn um nøkur áratíggjur, men trupulleikarnar við reinum drekkivatn hava vit her og nú.
- Flestu hóttanir, sum stava frá veðurlagsbroytingum, liggja eini 50 ella 75 ár frammi í tíðini, men í kjakinum, sum er uppi í tíðini um umhvørvi og veðurlag, kemur drekkivatnið ofta í aðru røð.
Stjórin í EPA legði á einari ráðstevnu í samband við World Water Day í Washington aftrat, at tørvur er á at gera nakað fyri tær miljónirnar av menniskjum, sum á hvørjum ári doyggja, tí tey ikki hava reint vatn.
- Vit mugu gera nakað við burturkast í havinum, og eg trúgvi, at vit kunnu gera hetta samstundis, sum vit taka okkum av teimum avbjóðingum, sum hótta í havsbrúnni, segði Andrew Wheeler, stjóri í EPA.
Tað er serliga í afrikansku londunum, at fólk hava vánaliga ella slett onga atgongd til reint drekkivatn.