Vátir dagar fyri framman

DMI væntar nakað av regni yvir Føroyar komandi dagarnar.

Eitt lágtrýst yvir eystara parti av Íslandi fer í ein norðan og køld luft við ælaveðri kemur yvir Føroyar av útnyrðingi. Mánadagin verður aftur lýggjari vindur úr útsynningi, fyrst við regni, síðani ælaveður.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi. Sólarglottar, men okkurt æli og hitin millum trý og sjey stig. Í nátt verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri. Samdrigið og ælaveður, sum seint á nátt kann gerast vátakavi. Hitin fellur niður móti frostmarkinum.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í andøvsgul til strúk í vindi. Ælaveður, møguliga vátakavi, men onkrir sólarglottar. Hitin millum frostmarkið og trý stig. Um kvøldið náttina eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum snarar í ein útsynning. Turt og yvirhøvur klárt, seinni skýggjað og regn, kanska vátakavi. Hitin millum eitt og fimm stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, í støðum upp í hvassan vind.  Skýggjað, við regni og sirmi. Um kvøldið og náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. Skýggjað og regn, men um náttina klárar í. Hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri. Sól til tíðir og okkurt æli, hitin millum trý og átta stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi og vestri. Sól til tíðir og okkurt æli, hitin millum trý og átta stig.

 

Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum fimm og átta stig.