Vatikanið: Frans pávi doyði av heilabløðing

Læknin í Vatikaninum váttar í deyðsváttan, at Frans pávi doyði í morgun av heilabløðing.

Frans pávi kom fram á svalanum við útsýni yvir Pæturstorgið páskasøkudag. Hann doyði dagin eftir – í morgun. - Mynd: Andrew Medichini/Ritzau Scanpix

Frans pávi, sum var 88 ára gamal, doyði av heilabløðing og eftirfylgjandi hjartasteðgi.

Tað sigur Andrea Arcangeli, lækni í Vatikaninum, í eini deyðsváttan, sum varð almannakunngjørd í kvøld.

Hetta staðfestir fyrrverandi fráboðanir í italskum miðlum, eitt nú blaðnum Corriere della Sera, um at ein heilabløðing var deyðaorsøkin.

Ein heilabløðing er ein blóðtøppur ella bløðing í heilanum.

Pávin var í koma, áðrenn hann doyði.

Hann doyði klokkan 7:35 mánamorgunin, upplýsir Vatikanið.

Júst dagin fyri - páskadag - hevði hann staðið á svalanum við útsýni yvir Pæturstorgið og ynskt góðar páskir á páskamessuni.

Hann sá veikur út og segði bert eina stutta heilsan sjálvur, meðan eitt hjálparfólk las hansara longru og siðbundnu páskaheilsan upp hansara vegna. Aftaná koyrdi pávin eisini runt á torginum í pávabilinum.

Frans pávi fekk álvarsliga sjúku í februar og mars við lívshóttandi lungnabruna. Læknarnir hava eftirfylgjandi staðfest, at hann var sera nær við at doyggja eisini tá.

Á deyðadegnum í dag hava nógvar heiðranir verið til pávan og samkenslu.

Fleiri hava varpað ljós á sosialu átøkini hjá pávanum og fólksligu og jarðbundnu tilgongdina at vera pávi.

Frans pávi staðfestir í sínum testamenti, at hann ynskir at verða jarðaður í kirkjuni Santa Maria Maggiore í Róm og ikki Pæturskirkjuni sum nógvir aðrir pávar.

Í tekstinum stendur, at hann ynskir at verða jarðaður "í jørðina, uttan serligt prýði", men við sínum pávanavni á latíni: Franciscus.

Santa Maria Maggiore er ein av teimum fýra høvuðskirkjunum í Róm. Hon varð stovnað í árinum 432.

Ritzau/Reuters

 

Frans pávi kom fram á svalanum við útsýni yvir Pæturstorgið páskasøkudag. Hann doyði dagin eftir – í morgun. - Mynd: Andrew Medichini/Ritzau Scanpix