Seinastu árini havi eg koyrt nógv gjøgnum hesar tunnlar, luftin er tung og slavin, tað dryppar undan loftinum, myrkt og kalt og einaferð eg fór norður við lastbili, mundi eg ikki komið ígjøgnum, tí við lastbili var tað so óhugnaliga trongt, at eg fekk andaneyð.
Miðlarnir vóru eisini tiganadi, tá ið eitt ferðsluóhapp hendi har í fjør heyst, og kann eg bert ímynda mær, hvussu hesi fólk hava havt tað. Tí umframt óhugnan og neyðina, kundu tey ikki fáa boð frá sær.
Har er:
einki fartelefonsamband
eingin neyðtelefon
so tað er tilvildin, ið ræður, um fólk, ið eru fyri óhappi í hesum tunnlum, fáa hjalp ella ikki.
einki ljós er í tunnlinum
eingir eldsløkkjarar
eingin tilbúgving
Har er snøgt sagt einki.
Bjargingarroyndir eru javnan í teim stóru, vælupplýstu og vælventileraðu tunnlunum. Har er fartelefonsamband, neyðtelefonir, eldsløkkjarar og sjálvt dansitónarnir frá Elis eru at hoyra.
Sjálvandi skal okkara tilbúgving hava venjingar, men í tunnlunum norður um Fjall eru ongar venjingar. Eg skilji væl, at so er, tí helst hevði eingin komið livandi frá einari slíkari venjing.
Ikki tí, peningur trýtur ikki innan hetta øki, tað er bert at umsita hann á rættan hátt. Hundraðtals milliónir verða nýttar til at uppgradera nærum nýggjar tunnlar, og aftur í ár er stór upphædd sett av til enn fleiri uppgraderingar, meðan teir ið ditta sær at nevna eitt nýtt berghol Norður um Fjáll, verða skírdir ørvitisknokkar og tað, ið verri er. Hví hava øll so ilt av hesum tunli, og hví hoyrist einki í miðlunum um, hvussu vánaligir og vandafullir hesir tunnalr eru.
Landsverk umsitur hesar játtanir, og eiga okkara politikarar at ábyrgda leiðsluna á hesum stovni fyri eina heldur margháttliga, kanska vánaliga umsiting av skattgjaldarans peningi.
Um hesar játtanir høvdu verið umsitnar við ábyrgd, er peningur tøkur til at byrja upp á henda tunnil, ja helst í inniverandi fíggjarári.
Tað er á hvønn mans munni, at samstundis sum fólk fara undir at prýða vindeyguni við perum undan jólum, ger Landsverk tað sama á vegunum kring landið, tí tá fer tað, ið koyra kann hjá Landsverki blinkandi út á vegirnar, tí nú skal gongd á. Vegir og tunnlar verða stongdir, ferðslan verður beind upp í fjøllini í stormi og kavaroki, tí nú skal Landsverk asfaltera.
Eitt árið, aftur beint undan jólum, bleiv ferðslan beind á Oyggjarvegin, tí Landsverk skuldi gera eina seyðasmogu undir vegnum til Kaldbakstunnilin.
Landsverk er ráðgevi hjá okkara politikarum, men hvussu er henda ráðgeving. Kemur ráðgevingin frá landsverk, ella er landsverk bert eitt slag av millumhandlara ella postkassa, fyri útlendskari ráðgeving. Eg veit ikki, men tað er nakað ið bendir á at so er, tí var ikki ein svenskur serfrøðingir, ið kannaði tunnilin í Hvalba dagin fyri steinurin datt undan loftium?
Hevur Landsverk ikki fólk, ið hava henda førleika?
Hoyrdi fyri stuttum, eg meini at tað var í Tingvarpinum, at Landsverk í desembur mánaði hevði gjørt tvær kostnaðarmetingar. Eg veit ikki, hvat metingarnar snúu seg um, men hvør av hesum metingum var upp á kr. 1.000.000.
Í januar – ein mánað aftaná – er metingin frá sama stovni ávikavíst kr. 57.000 og kr. 6.000.000. Keine hexerei nur behandigheit, ella…
Sum aðrastaðni verður hjá Landsverk spart við at koyra fólk til hús, men hjá hesum stovni er hesin spariháttur heilt burturvið. Tað er ikki maðurin við spakanum, ið kostar tær stóru upphæddirnar, men hesir eru neyðurgir til at halda okkara veganet við líka, og tað sama er galdandi fyri nógvar aðrar stovnar.
Her eiga okkara landspolitikarar eiga at taka ábyrgd og at tynna út í »Vatikaninum« við Tinghúsvegin. Frá høvdinum skal man hvalin skera, segði Sámal Mathias, og soleiðis eigur at verða gjørt. Messurin verður ikki koyrdur í land, um eitt skip ikki fiskar, tað er skiparin, og soleiðis eigur tað eisini at vera á almennum stovnum.
Okkara fólkavaldu eiga at taka ábyrgd av hesum, ikki bara á Landsverki, men á øllum almennum stovnum. Um hetta verður gjørt, verður peningur tøkur til tunnilin Norður um Fjall og annað við.
Eg ætli mær ikki út í nakað blaðkjak, men eg vóni, at hetta fær onkran av okkara fólkavaldu at vakna.










