Vatikanið styðjar Monti

Dagblaðið í Vatikaninum, L'Osservatore Romano, kunnger nú, at tað styðjar Mario Monti, forsætiaráðharra og búskaparpolitikk hansara.

Val verður í Italia í næstum, og blaðið hjá Vatikaninum dylur ikki fyri, at eftir tess áskoðan er Monti betur førur fyri at loysa trupulleikarnar hjá Italia enn fyrrverandi forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi.

Fyrr styðjaði tann katólska kirkjan Berlusconi, men kirkjan broytti hugsan, tá Berlusconi bleiv settur í samband við ungar gleðigentur.

Mario Monti kunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani, at hann fer frá. Hann hevur verið italskur forsætisráðharri í 13 mánaðir.