Vatikanið hjálpir Ashtiani

Tað hevur vakt ans og andstygd kring heimin, at iranska kvinnan Sakineh Mohammadi Ashtiani skal steinast til deyða, og nú ætlar Vatikanið í Rom eisini at mótmæla deyðarevsingini.

Upprunaliga skuldi Ashtiani takast av døgum í juli, men altjóða trýst fekk myndugleikarnar at útseta avrættingina. Kortini stúra fleiri fyri, at kvinnan verður hongd ístaðin fyri.

Fyri nøkrum døgum síðani hevði italska tíðindastovan Adnkronos samrøðu við Sajad Ghaderzadeh, sum er sonur ta deyðadømdu kvinnuna. Har bað hann allar góðar kreftir hjálpa mammu síni við at leggja trýst á iransku myndugleikarnar.

Áheitanin hevur eftir øllum at døma vakt ans í Vatikaninum. Talsmaðurin, Frederico Lombardi, segði við italskar fjølmiðlar í gjár, at kirkjan er ímóti deyðarevsing, og at steina fólk til deyða er ein sera óhugnalig revsing, segði hann.

Talsmaðurin vildi tó ikki siga, hvat Vatikanið fer at gera við málið.