Vátaslettingur og kavi komandi dagarnar

Komandi dagarnar streymar køld luft av útsynningi og vestri við ælaveðri yvir Føroyar, sum frá líður eisini vetraravfall. Fríggjadagin væntast eitt stormlágtrýst at fara yvir Føroyum ella beint norðan fyri Føroyar við nógvum vindi og regni. Síðani gjørdist kaldari við norðanvindi og yvirhøvur vetrarkendum avfalli.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, um kvøldið upp í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum í støðum kann vera vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 6 stig. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar nakað og um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella regnæl og hitin millum 3 og 6 stig. Um náttina snarar hann í ein sunnan og landsynning og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst okkurt regn- og vátaslettingsæl, men út á náttina regn av suðri. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið í støðum.

 

Fríggjadagin snarar hann í ein útsynning og øtlar vindin upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, yvir sunnara partin av landinum møguliga upp í skrið ella storm, 20 til 25 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Ælaveður, men sum frá líður vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 3 stig.

 

Leygardagin makar hann vindin og verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og vátaslettings- og kavaælum og hitin millum frostmarkið og 4 stig, um náttina niður í 3 kuldastig til 2 hitastig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum eitt bil makar nakað og verður av ymsum ættum. Okkurt kavaælið og sólglottar, seinni skýggjað. Hitin milum 2 kuldastig og 3 hitastig. Út á dagin øtlar hann vindin og verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina hvassan vind upp í skrið millum landsynning og útnyrðing, 15 til 20 m/s. Avfall, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, út á náttina eitt vet lýggjari.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, seinni samdrigið og kavi. Hitin millum 1 og 5 stig, men út á dagin fellur hitin niður í 2 kuldastig til 3 hitastig.