Vátakavi alla vikuna

Danska veðurstovan væntar kulda og ælaveður alla vikuna

Eitt hágtrýst yvir landnyrðingsgrønlandi og eitt lágtrýst eystan fyri Føroyar bera við sær, at køld og óstøðug luft frá pólinum komandi dagarnar streymar oman yvir Føroyar av norði.

 

Seinnpartin í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið av norði, sum í nátt snarar í ein landnyrðing. Skýggjað og ælaveður og av og á vátaslettingur ella javi. Hitin fra beint undir frostmarkinum upp í trý hitastig.

 

Sunnudagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skýggjað við vátaslettingi, kava- ella heglingsælum. Hitin upp í fimm hitastig, um náttina millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Mánadagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og vestri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælingur, partvís sum kavi. Hitin upp í fimm hitastig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi ella ymsum ættum, 5 til 10 metrar um sekundið. Framvegis skýggjað við vátaslettingi, kava- ella heglingsælum og hitin millum frostmarkið og fimm stig.

 

Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðing, 5 til 10 metrar um sekdunið, um náttina eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælavður og hitin millum fimm og átta stig, um náttina millum trý og fimm stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og hitin millum fimm og átta stig, um náttina millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av norði og landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum fýra og átta stig og um náttina millum eitt og trý stig.