Komandi tíðina fara fleiri lágtrýst og brúgvaløg fram við Føroyar av vestri saman við regni og vindi, væntar danska veðurstovan DMI.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Turt og møguliga sólglottar, út á dagin skýggjað og frá kvøldinum regn ella ælaveður av vestri. Týsnáttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, framvegiðs yvirhøvur skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein landsynning og sunnan. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.
Mikudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á kvøldið regn ella ælaveður av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.
Skírisdag, hósdagin, verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum seinnapartin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og snarar í ein útsynning. Sunnanfyri verður í støðum upp í skrið, 20 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av suðri, út á náttina klárar í, tó okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.
Langa Fríggjadag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sunnanfyri framvegis upp í skrið, 20 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan. Fyrrapartin verður samdrigið og okkurt ælið, men út á dagin skýggjað og um kvøldið regn av útsynningi. Um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, tó okkurt ælið og hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og stundum regn ella sirm, og hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.