Í dag var hátíðarhald í Kollafjarðar skúla, nú 3 av vaskikonunum hava vaskað skúlan í samfull 25 ár Tær eru Mary Joensen, 72 ár, Alvilda Johannesen 66 ár og Anna Margreta Jensen, 60 ár. Síðani 2006 hevur Femja Hansen, 55 ár, eisini vaska í skúlanum.
Mary og Alvilda eru systrar og mostrar at Onnu Margretu og Femju, sum eisini eru systrar.
Fyri Tórshavnar kommunu handaði Heðin Mortensen borgarstjóri blómur, gávukekkar fyri 25 ára tænastu og bringuprýði við Tórshamarinum, sum Anker Eli Petersen hevur gjørt.
Hátíðarløtuna vóru skúlabørnini savnaði í Miðhøllini, har tey sungu summarsangir meðan lærararnir spældu undir.
Undir heitinum ?Vaskikonur í 25 ár? hevði lærarin Páll Mortensen yrkt ein sang til høvið, har fyrsta og seinasta øðrindi ljóðaðu soleiðis:
Jú, bløðini seta so mangt upp á prent
á síðum verður hvørt orð endavent;
tó sjáldan um konur, sum fáast við klút
ja, fyri øll hini tær slíta seg út.
(...)
Ein tøkk skal tí ljóða til tykkum í dag
og vóna at tit enn ei fara avstað
tí tykkara stákan oss ágóða ber
og partur tit eru av okkara verð.