Men tað sum Tjóðveldi ikki avdúkar, er, at tað eru donsku vaskikonurnar – fyri at nýta floksins egnu orð – sum fíggja arbeiðið hjá bólkinum.
Veruleikin er, at Norðuratlantsbólkurin hevur fingið undantak frá formansskapinum í fólkatinginum, at virka sum bólkur. Eftir donskum lógum, skulu minst 4 umboð manna ein bólk, fyri at fáa fíggjarligan styrk til sítt virksemi. Øll vita, at Norðuratlantsbólkurin verður mannaður av tveimum grønlendskum og einum føroyskum fólkatingslimi. Høgni Hoydal, sum er føroyska umboðið, hevur ongar “skruplir” av, at donsku vaskikonurnar stuðla Norðuratlantsbólkinum við 100.000 kr., um mánaðin. Tað er stuðulin sum fólkatingið gevur bólkinum til sítt arbeiði. Men sami Høgni Hoydal heldur tað vera vanvirðing, tá ríkiskassin letur føroyska samfelagnum 660 miljónir kr., um árið. Hvar er logikkurin? Hvat halda føroyingar sum búgva í Danmark um, at teir verða nýttir sum kastibløka í valstríðnum hjá Tjóðveldi?
Føroyingar sum hava valt at búgva í Danmark, gera tað av egnum huga, og tí teir trívast har.
Tað kunnu vit bara takka ríkisfelagskapinum fyri. Vit sum velja at stuðla ríkisfelagskapinum, fara altíð at virka fyri, at føroyingar kunnu búleikast í Danmark, á jøvnum føti við danir og grønlendingar, sum eisini eru partur av ríkinum.