Um dagarnar, tá Vikublaðið vitjaði á Eiði, hittu vit Hans Petur Poulsen frá fyritøkuni Global Dry Ice, sum júst tá stóð og gjørdi ein bil reinan innan við turrum ísi.
- Hetta er ein umhvørvisvinarligur, effektivur og fullkomiliga ótradionellur háttur at vaska upp á. Tá ísurin við trýsti rakar dálkaðu yvirflatuna, fer ísurin inn undir skittin, sum fordampar í somu løtu.
Tað er áhugavert at síggja, hvussu hesin hátturin virkar, og hvussu rein og nosslig eitt nú setrini - ja, sjálvt hvít setur - á bilinum gerast.
Setrini á bilinum, sum Hans Petur vaskaði henda dagin, vóru sera skitin, áðrenn hann byrjaði.
Hans Petur Poulsen sigur, at av tí, at ísurin er turrur, kann hesin háttur brúkast til so at siga alla reingerð, líkamikið hvussu dálkað evnið er.
Av tí, at eingin væta er, ber eisini til at vaska eitt nú el-motorar og el-stikkarar.
- Turri ísurin dálkar ikki náttúruna ella atmosferuna og luktar ikki. Her er einki eitur og eingin eldsvandi. Tá ísurin er brúktur, verður hann aftur til CO2, sigur hann.