Nú hevur vaskaríið á Landssjúkrahúsinum fingið undantaksloyvi.
Støðan við skitnum klæðum á Landsjúkrahúsinum var annars vorðin so álvarlig, at í gjár boðsendi sjúkrahúsleiðslan øllum tænastumannasettum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum til arbeiðis á vaskarínum.
Hetta umfataði bæði yvirlæknar og ávísar sjúkrasystrar.
Ein yvirlækni, vit tosaðu við, segði, at teir kundu ikki nokta at gera arbeiði, sum leiðslan álegði teimum, hoast tað var langt uttanfyri teirra vanliga arbeiðsøki.
Tí møttu tænastumanna settir yvirlæknar og tænastumannasettar sjúkrasystrar til arbeiðis á vaskarínum seinnapartin í gjár.
Fakfeløg eru ósamd í, at fólk kunnu noyðast at gera arbeiði, sum fellur uttanfyri teirra tænastuøki.
Men fyri at taka samanum: Beint aftaná, at Internet sosialurin kunngjørdi tíðindini í gjárkvøldið, gjørdi starvsmannafelagið av at geva vaskarínum undantaksloyvi, so at tey, sum vanliga arbeiða, kundu taka arbeiðið uppaftur.
Tey fóru til arbeiðis klokkan 9 í gjárkvøldið.
Trupulleikin á Landssjúkrahúsinum var so álvarligur, at tey áttu ikki so frægt sum klæðir eftir at brúka til skurðviðgerðir.