Vaskar Beata hendur?

Sum samgongulimur í býráðnum í Havn og formaður í teknisku nevnd havi eg part av ábyrgdini av tí hurlivasa og rokan, sum er á ferðsluviðurskiftunum í býnum nú á hásumri.

 

Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn


Sum samgongulimur í býráðnum í Havn og formaður í teknisku nevnd havi eg part av ábyrgdini av tí hurlivasa og rokan, sum er á ferðsluviðurskiftunum í býnum nú á hásumri.

Men av tí at slík arbeiði mugu gerast hesa ársins tíð, og at tað er so nógv sum liggur á láni hesum viðvíkjandi, fingu vit einki asfalt, sum bara verður leverað ein lítlan part av árinum.

Og bæði politikarar og embætisfólk gera alt, sum gerast kann, fyri at fáa arbeiðini avgreidd, so lítið ørkyumlandi sum tað nú einaferð letur seg gera, soleiðis at ferðsla og fólk kunna hóra undan.

Beata, sum er partur av samgonguni og sostatt hevur ein áttandapart av ábyrgdini av hesi støðu, átti heldur at komið við góðum ráðum á samgongufundum okkara, sum eru einaferð um vikuna, heldur enn at farið út alment at vaska hendur í borgarans eygum.

Hetta er eftir mínum tykki óseriøst, og fari eg tí grundað á hendan atburð, alment at heita á Beatu um at koma við ítøkiligum og positivum hugsanum, sum kundu hjálpt upp á slíkar støður, og sum sagt at gera hetta fyrst á okkara samgongufundum.

Umráðandi er, at vit, sum mynda meirilutan í Tórshavnar býráð, rógva á sama báti, annars kann hurlivasin skjótt gerast størri, og tað var ikki tað, ið vit lovaðu okkara borgarum.