Tað var Bjørn Sønstabø frá Dry Ice Technology í Danmark, sum presentaraði nýggja háttin at vaska upp á fyri føroyingum.
Í hesum sambandi er fyritøkan Global Dry Ice stovnað í Føroyum. Tað eru Finn Mortensen, Hans Petur Poulsen og Jón B. Jensen, sum hava stovnað fyritøkuna.
At vaska við turrum ísi er ein umhvørvisvinarligur og effektivur og heilt ótradionellur háttur at
vaska upp á. Turrísurin, sum hevur ein temperatur upp á -79° C við atmosferiskum trýsti, verður blástur á tað, sum skal vaskast undir trýsti. Tá ísurin við trýsti rakar dálkaðu yvirflatuna, loysnar og sprekkar skitturin, soleiðis at ísurin fer inn undir skittin, sum fordampar í somu løtu. Hetta hevur við sær, at ongar restir av skittinum eru eftir, alt er fordampað.
Av tí at ísurin er turrur og kann hesin háttur brúkast til so at siga alla reingerð, líkamikið hvussu dálkað evnið er. Av tí at eingin væta er, ber til at vaska t.d. el-motorar og el-stikkarar. Turri ísurin dálkar ikki náttúruna ella atmosferuna og luktar ikki, eingi giftstoff eru í og hann brennur heldur ikki. Tá ísurin er brúktur verður ísurin aftur til CO2.
Hesin háttur at vaska við kann nýtast til bilar, hús, umborð á skipum á flakavirkjum. Eisini til at reinsa fyri blámusopp, sum er ein stórur trupulleiki í hesum døgum. Veruleikin er, at einki mark er fyri, hvat vaskingin við turrum ísi kann nýtast til.