Vasa-skipið boltast umaftur

Tá tað kenda svenska herskipið Vasa varð tikið upp av havsins botni um várið í 1961, máttu menn skrúva 5.000 boltar í skipið, fyri at tað ikki skuldi detta sundur. Tá hevði skipið ligið 333 ár á botni, og teir upprunaligu boltarnir vóru rustaðir burtur. Nú er tað teir 5.000 boltarnir frá 1961, sum eru rustaðir, og tí er avgjørt at skrúva teir úr og at seta rustfríar boltar ístaðin fyri.

Vasasavnið, sum hevur ábyrgdina av skipinum, sigur, at tað fer at taka millum fimm og seks ár at skifta boltarnar, men so vænta serfrøðingarnir eisini, at teir nýggju boltarnir fara at halda í minst 100 ár.

Vasa-skipið verður mett sum ein av teimum stóru mentanarlutunum hjá svium.