Í februar og mars fer Atlantic Airways at gera tveir beinleiðis túrar úr Vágum til Cagliari á Sardinia. Flogið verður týsdagin 24. februar og týsdagin 3. mars, og seinasti túrur heim aftur av Sardinia verður 10. mars.
Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sigur, at seinni túrurin longu er útseldur, og tí er bert pláss eftir á túrinum til Cagliari við fráferð úr Føroyum týsdagin 24. februar - við heimkomu 3. mars.
- Cagliari, sum liggur sunnast á Sardinia, er ein hugnaligur býur, sum eisini hevur gamlan og hugtakandi býarpart.
Spurdur, hví Atlantic Airways júst valdi Sardinia, sigur marknaðarleiðarin, at ein passari varð settur í Føroyakortið, og síðan varð hugt eftir støðum, sum felagið kann røkka.
- Vit heittu á fólk um at senda okkum teldupost, har møguleiki var at velja millum fleiri møguleikar. Í kapping við Malaga í Suðurspania vann Cagliari, og tí gjørdu vit hetta til part av okkara útboði uttan fyri summarsesongina í 2015.
Allan Skaalum sigur, at Sardinia er áhugaverd oyggj, og Cagliari sum býur hevur nógvar matstovumøguleikar, hugnalig umhvørvi og annað forvitnisligt at bjóða upp á.










