Varta upp við krevjandi tónleiki

Leygardagin hevur Føroya Symfoniorkestur konsert við kendum tónleiki, sum setir síni krøv til tónleikararnar

 Leygardagin klokkan 19.30 bjóðar Føroya Symfoniorkestur til konsert í Norðurlandahúsinum.

Á skránni eru trý verk, men tað eru verk, sum eru ein avbjóðing fyri tónleikararnar.

Fyrst á skránni er Keisarakonsertin, sum er ein av heilt stóru pianokonsertunum og tað er Jóannes Andreasen, sum spælir solo.

Tað nýtist ikki at siga so nógv um hann, tí hann er av okkara kendastu tónleikarum, sum eisini ferðast víða um at spæla.

- Men at læra seg eina konsert upp á 40 minuttir uttanat, setir sanniliga síni krøv og kostar nógvar venjingartímar, sigur Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum.

Á konsertini á Norðurlandahúsinum er eisini eitt sera vakurt stykki.

- Hetta er eitt stykki, sum nógv fólk bera kenslu á, uttan kanska at hava givið sær far um, hvar, tey hava hoyrt tað.

Men Bernharður Wilkinson heldur, at tað er ikki so løgið, at nógv fólk bera kenslu á hetta stykkið, eftir amerikanska tónaskaldið, Samuel Barber, tí tað er nógv spælt á heilt serligum høvum.

- Hetta stykkið hevur sett sín dám á mangar filmar, eitt nú á ein av allarkendastu krígsfilmunum, Platoon, umframt á filmar sum Elephant Man og Lorenzos Oil. Men stykkið var eisini spælt á jarðarferðini hjá amerikansku forsetunum Roosewelt og Kennedy og á jarðarferðini hjá Dianu prinsessu. Og eftir tiltkikna 11. september, var tað hetta stykkið, sum varð mest spælt.

- Hetta er eitt stykki, sum vekir sterkjar kenslur um miss og sakn, sigur dirigenturin.

Triðja stykkið á skránni er av heilt øðrum slag, tí tað er Enigma Variations eftir Edward Elgar.

Tað er eitt stykkið í mongum satsum, sum hann hevur ognað konuni, vinkonuni, hundinum og so framvegis.

- Hetta er eitt ógvulgia krevjandi stykki og helst tað mest avbjóðandi stykkið, sum Symfoniorkestrið hevur givið seg í kast við og eg gleði meg til at fara í holt við tað, sigur Bernharður Wilkinson.

Atgongumerkið kostar 150 krónur og tey fáast í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovuni í Havn.