Føroyskur skúgvur var eina løtu í miðdeplinum á University of Glasgow fríggjadagin 19. mars, tá Sjúrður Hammer vardi sína ph.d. ritgerð, ið hevur heitið “Feeding ecology and pollutant exposure of the great skua Stercorarius skua in the Faroe Islands.” Tað skrivar gransking.fo.
Ruedi Nager, dr. og lektari á University of Glasgow, Robert W. Furness, professari á University of Glasgow, og Maria Dam, ph.d. og granskingarleiðari á Umhvørvisstovuni, vóru vegleiðarar hjá Sjúrða Hammer í verkætlanini, meðan Stephen Votier, dr. og lektari á University of Exeter, og David Bailey, dr. og lektari á University of Glasgow, vóru ávikavist uttanhýsis og innanhýsis próvdómarar.
Granskingarráðið skrivar, at verjan gekk væl, og at Sjúrður Hammer einans hevur fingið smávegis rættingar at gera í ritgerðini, áðrenn hann fær endaliga ph.d. heitið.
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, Umhvørvisstovuni og av Statoil Færøerne.