- Vit eru samd um at vísa størsta varsemi, nú myrk skýggj hómast í havsbrúnni, sigur varaborgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dánjal Vang. Fuglafjarðar býráð hevur nú samtykt fíggjarlógina fyri 2010. Skattaprosentið, sum er 21,5, verður óbroytt, og roknskapurin javnvigar við stívliga 58,7 miljónum krónum.
Skuldin hjá kommununi er minni enn ein álíkning og ætlanin er ikki at fara upp um eina álíkning.
Í komandi fíggjarári verður talan um fáar íløgur.
Fuglafjarðar kommuna leggur dent á at gjalda niður av skuld og soleiðis fáa størri rásarúm, sum tíðin gongur.
Borgarstjóri er Sigurd Simonsen, og varaborgarstjóri er Dánjal Vang.
Dánjal sigur í stuttari viðmerking til fíggjarætlanina, at málið hjá kommununi er at styrkja um likviditetin við at fremja eina neyva fíggjarstýring, sum tey halda vera alfa og omega í einum góðum kommunubúskapi.
- Býráðið er samt um at vísa størsta varsemi, nú myrk skýggj hómast í havsbrúnni, sigur varaborgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu.